Fyri aðru ferð í søguni verður tað møguligt hjá føroyingum, at syngja við til heimshittini “Steam”, “Stay another day” og “Thunder”. Tí nú kemur heimskendi dreingjabólkurin aftur til landið. East 17, sum er í eitt sindur nýggjum hami, skal spæla í Luux leygarkvøldið.
Les eisini: Kendu ikki Føroyar (Samrøða frá 2016)
East 17 var í hæddini mitt í 90 unum, tá bólkurin gav út fløgurnar Walthamstow og Steam. Bókurin var tá í harðari kapping við Take That toppin av poppinum í Bretlandi. Bólkurin hevði innanhýsis trupulleikar, sum komu til sjóndar í seinnu hálvu av 90 unum.
Serliga karismatiski frontfigurin, Brian Harvey, hevði tað trupult við náttarlívinum og tí sum hartil hoyrir. Hann var mangan fullur og brúkti rúsevnir. Tað kom til ilnar millum hann og mannin handan flestu hittini, Anthony Mortimer. Í dag er hvørgin við í bólkinum.
East 17 var í Føroyum í 2016, har teir rockaðu Luux. Tá greiddu teir millum annað frá, at teir ongantíð høvdu hoyrt um Føroyar. Tað hava teir so nú, tá teir leygarkvøldið skulu spæla í Luux.