East 17 lendir

Bretski popbólkurin er lendur í øllum góðum í Vágum

Tá sendingin Hvonn Live fer í luftina á Rás 2 í kvøld klokkan 21, verður talan um eina blandaða skrá við fleiri góðum nøvnum – og enntá einum heimsnavni.

 

Les eisini:East 17 í Hvonn Live

 

Millum gestirnar verður bretski poppbólkurin East 17, sum í síni stórheitstíð hevði fleiri stór hitt sum “House of Love”, “Deep”, “Stay Another Day” og onnur. Bólkurin, sum í kvøld kann upplivast á palli í Luux, vitjar sendingina. Bretarnir lenda í Vágum í kvøld og koma mestsum beina leið av flogvøllinum í sendingina.

 

Sum tit síggja á myndini, so eru teir tríggir limirnir í bólkinum, John Hendy, Terry Coldwell og Robbie Craig komnir fram í øllum góðum. John Hendy og Terry Coldwell hava verið við í popbólkinum, síðani hann sá dagsins ljós í 1991.

 

Robbie Craig er komin við í bólkin í 2014, meðan Tony Mortimer og Brian Harvey ikki eru í bólkinum longur. East 17 spælir í Luux í kvøld.