Eddie Jacobsen vann Wacken Metal Battle í fjør við SIC, hann væntar, at Earth Divide fer at vinna kappingina í ár.
- Eg kenni allar bólkarnar uttan Ceticide, ið er ein spildurnýggjur bólkur. Hann er mannaður av góðum tónleikarum, og verður uttan iva spennandi. Men eg rokni við, at Earth Divide vinnur kappingina. Eg eri kanska eitt sindur litaður, tí eg lurti ordiliga nógv eftir hasum slagnum av tónleiki, sum Earth Divide spælir. Men eg haldi, at teir hava royndirnar og tónleikin til at vinna. Eg vænti alíkavæl ikki, at tað verður lætt. Bæði Asyllex og Reduced to Ash er ordiliga góðir bólkar. Men Earth Divide eru meira modernaði, sigur Eddie
Føroyska umfari í Wacken Metal Battle er í kvøld í sjónleikarhúsinum í Havn










