Mánadagin vóru teir aftur á palli í París, Eagles of Death Metal, ein lítlan mánað eftir at yvirgangsmenn lupu á Bataclan, konserthøli, har teir spældu, og drupu 90 fólk.
Tað var undir eini konsert hjá írska bólkinum U2, at forsangarin Bono, bjóðaði amerikanska bólkinum vælkomnum á pallin.
- Pallurin varð tikin frá teimum fyri trimum vikum síðani, so í kvøld bjóða vit teimum okkara pall, segði Bono og gav forsangaranum í Eagles of Death Metal, Jesse Hughes eitt klemm.
- Vit elska tykkum og fara ongantíð at gevast við rock'n'roll, heilsaði Jesse Hughes fjøldini.
Síðani spældu U2 og Eagles of Death Metal ein sang saman, áðrenn Eagles of Death Metal spældu ein sang einsamallir.
Eagles of Death Metal hava áður boða frá, at teir vilja sera fegnir vera fyrsti tónleikabólkur, sum spælir á Bataclan, tá tað opnar aftur.