Svenski/amerikanski Eagle-Eye Cherry verður millum nøvnini, sum fara á pall á ársins konsertdegi í Vágsbotni leygardagin 25. juni.
Eagle-Eye Cherry gjørdist veruliga kendur í 1998 við útgávuni “Desireless”. Tað var serliga lagið “Save Tonight”, sum skjótt gjørdist eitt heimshitt. Sangurin varð valdur til ársins sang í Svøríki í 1998 og hetta árið fekk Eagle-Eye Cherry eina MTV heiðursløn fyri sangin. Eisini lagið “Falling In Love Again” frá somu útgávu hevur verið sera nógv spælt kring heimin.
Eagle-Eye Cherry hevur givið út fleiri aðrar fløgur, sum hava staðið seg væl. Umframt sínar egnu framleiðslur, hevur hann eisini framleitt og sungið saman við øðrum tónleikarum, har tann nýggjasta útgávan er saman við Darin við sanginum "Dream Away", sum er nógv spældur seinasta árið - eisini í Føroyum.
Nú verður so møguleiki hjá føroyingum at uppliva heimsstjørnuna Eagle-Eye Cherry fyri fyrstu ferð í Føroyum. Hann kemur til Føroyar við bólki og fer at spæla øll síni hitt niðri í Vágsbotni 25. juni.
Umframt Eagle-Eye Cherry, hava fyriskipararnir longu kunngjørt, at Otto Knows, Starship við Mickey Thomas, Graham Bonnet úr Rainbow, Týr, Danny & The Veetos, Marius og Punjab verða millum mongu nøvnini, sum fara at luttaka á Voxbotn 2016.










