Komandi vikuskiftið fer bólkurin Eager to Please suður aftur at rocka.
Tað verur lagt út fríggjakvøldið 30. mai í tí, sambært bólkinum, bestu pubbini í landinum, Thomsens.
Tað var sera væleydnað seinast, tá Eager To Please spældi í hesum frálíka staði, og limirnir vóna, at fólk fara at møta líka væl upp hesaferð. Eins og seinast, verður tað ein meira café-kend framførsla fríggjakvøldið.
Men leygarkvøldið 31. mai verður skrúvað nakað harðari. Tá fer bólkurin á fyrsta sinni at royna tað sokallaða ?Pakkhús 4?.
Eager To Please eru sum kunnugt fløguaktuellir í løtuni við útgávuni ?There´s No Pleasin´ Some People?. Ætlanin er at taka nøkur eintøk við suður at hava til sølu. Tá verur møguleiki at ogna sær fløguna fyri 100 kr, og um tit spyrja pent, verður hon eisini signerað.