Eager To Please í Mentanarhúsinum á Varmakeldu

Komandi vikuskiftið verur aftur høvi at hoyra feitan rock í Mentanarhúsinum. Eager To Please fara at undirhalda bæði fríggjakvøldið og leygarkvøldið á Varmakeldu.

 

Bólkurin er sum kunnugt fløguaktuellur, og verður fløgan eisini at fáa til keyps í Mentanarhúsinum bæði kvøldini, fyri einans 100 kr.

 

Eisini er vert at nevna, at Bjarti Dalheim, sum fyri tíðina búleikast á flatlondum, er komin heim í summarfrí.

Bjarti hevur ikki veri so ofta við til framførslur í síðstuni, men á Varmakeldu trínur hann so aftur fram, og vera Eager To Please sostatt topptunaðir á ?guitarfrontinum? við bæði Høgna Fagraberg og Bjarta Dalheim, sum báðir teljast millum bestu Rock guitaristar í landinum.