Eager to please eru nú rættiliga farnir at gera vart við seg uttanlands. Eitt lag hjá teimum kann nú hoyrast á heimasíðum hjá fleiri útlendskum útvarpssrásum.
Lagið hjá føroyska rokkbólkinum Eager to Please, ?Two Timin´ Lady?, var herfyri at finna á heimasíðuni podshow.com í eini sending, ið hevur fleiri enn 500.000 lurtarar.
Nú kann lagið eisini hoyrast á trimum øðrum heimasíðum.
Hevur tú hug at lurta eftir sendingunum, kanst tú velja eina av leinkjunum niðanfyri:
- Dumbed Down Life:
www.btpodshow.com/shows/?show_id=16223&mode=current
Vel sending nummar 007
- Bite Size Bonus:
Vel sending nummar 522
- Top Of The Podsafes:
www.topofthepodsafes.com/Site/Top_Of_The_Podsafes.html
Vel sending nummar 109