E - og tónleikurin

Jens Tummas Næss,
tónleikari, svarar

Kemur tú úr einum heimi við ljóðføri?
? Ja, blokkfloytu og guitar. Eina tíð var eisini eitt klaver.

Spælir tú nakað ljóðføri?
? El-bass. Annars klimpri eg upp á guitar og klaver.

Syngur tú undir brúsuni?
? Ja, um eingin annar er í húsinum.

Hevur tú nakrantíð droymt um at gerast tónleikari?
? Ja, hvønn dag.

Hvat hevur tónleikur at siga fyri teg?
? Bert mín eksistens.

Hvussu nógvar fløgur/plátur/bond eigur tú?
? 450-500 stk.

Hvat er tín yndisfløga?
? »Moving Pictures« hjá Rush.

Hvørja fløgu hevði tú ikki viljað átt, um tú so fekst pengar afturfyri?
? Eina ella aðra »lær teg at jodla her og nú«-fløgu...

Hvør sangur skuldi ongantíð verið skrivaður?
? Veit ikki um hann eitur so, men »Ingen regning« hjá Peter Belli - syndarligur.

Hvat er tann pínligasta plátan, sum tú eigur?
? »Break Dance & Electric Boogie« ? ein pláta við blandaðum tónleiki frá fyrst í 80'unum. Men eg haldi/vóni, eg havi koyrt hana vekk.

Hvønn sang hevði tú valt, um tú skuldi sungið karaoke?
? »Born To Be Wild« við Steppenwolf.

Hvat er tann besti tónleikurin til eitt hugnaligt kvøld?
? Donsku Moonjam eru ikki kimsa at til eitt slíkt kvøld.

Hvønn tónleik vilt tú helst hoyra sunnumorgun?
? Ongan...um eg havi spælt leyagrkvøldið. Annars er tað líka mikið...

Hvør tónleikur fær teg í ringt lag?
? Death metal og stílarnir, ið tengja upp at hesum stíli.

Hvør sangur kann fáa teg út á dansigólvið?
? »Remember Me« hjá Journey.

Hvat er tann fyrsti sangurin, sum tú minnist teg dáma?
? »Skiparin lítli«, ið Jógvan Telling spældi og sang so væl.

Hvønn sang ert tú fegnast um at hava verið við til at gjørt ella spælt inn?
? »Remain Forever«, Bólkurin Ikaroz, sum eg var við í, spældi sangin inn.

Hvør sangur skal spælast til tína jarðarferð?
? Tjaaa...hatta var ein verri ein. Møguliga »Be Still My Soul«, sum er ein enskur sálmur.

Hvat er tann besta konsertin, sum tú hevur verið til?
? Pink Floyd í Parkini. Rolling Stones vóru eisini forbi góðir

Hvønn tónleikara hevði tú viljað hitt?
? Jaco Pastorius, Sting, Andy Summers, Stewart Copeland, Jimi Hendrix, Mozart, Beethoven, Bach, Beatlarnar, Roger Waters, Johnny Cash, Dylan, Hank Williams, Bird, NHØP, Miles Davis, Susi & Leo...øhh nei, Geddy Lee, Alex Leifson, Neal Peart, Will Lee, Elton John, Eric Clapton, Jeff Beck.......og nógvar afturat.