E-mail bumbur í staðin fyri brævbumbur

Fyri fáum døgum síðan bórust skelkandi tíðindi í amerikanska teldublaðnum »Data News«, um eitt higartil ókent slag av e-mailum. Teldugranskarar eru skakaðir og bilsnir um hetta fyribrigdið veruliga kann lata seg gera. Eru e-mail so vandamikil, so er ikki lukkuligt at vera fyri

Tað snýr seg øllum sínum óghugna um eitt slag av e-mailum, ið fær telduskíggjan at »eksplodera« og antin beina fyri ella gera stóran likamligan skaða á tann, ið situr framan fyri skíggjanum. Hildið verður, at um einki munagott verður gjørt at byrgja fyri hesum sera álvarsama og hóttandi slagi av e-mailum, so fer tað ivaleyst at hava sína ringu ávirkan á altjóða handilin við teldum og telduskráum.


FBI komið uppí málið

FBI, sum eisini er komið inn í málið, sigur í tíðindaskrivi, at teir gjørdust varugir við hetta slag av e-mailum, tá ið løgreglan í fleiri av Samveldisstatunum var komin fram á persónar, ið antin lógu deyðir ella álvarsliga løstaðir sótu við sína teldu. Í fyrstu atløgu helt løgreglan at ein bumba møguliga var sett inn í teldurnar, sum so brast tá teldan varð tendrað ella tá okkurt serstakt var gjørt við telduni.

Men bumbuserfrøðingar komu skjótt fram á, at als einki spreingievni var í teldunum. Tað vóru teldurnar, ið vóru farnar í luftina. Hetta gjørdi, at telduserfrøðingar vóru settir at kanna málið, og teir útilokað ikki, at elføringini í teldunum sjálvum á ein ella annan hátt varð programerað til at spreingjast.


Antivirus fyritøka

Amerikanska stjórnin hevur heitt á fleiri av kendastu antivirusfyritøkunum um at koma løgregluni til hjálpar í hesum vandamálinum. Ein talsmaður fyri stóru kendu altjóða antivirus fyritøkuna »Mc Afee« sigur, at størsti trupulleikin við at gera eitt fyribyrgjandi programm ímóti hesum slagi av e-mailum, er tann, at programmið, sum fær teldurnar at spreingjast, ikki enn er funnið, tí tær teldurnar, ið fingu e-mailini eru allar farnar í luftina.


Bill Gates kennir

seg høttan

Kendi softwaremultimilliarderurin Bill Gates hevur sagt við tíðindafólk, at Microsoft sær so stóra hóttan í hesum trupulleikanum, sum hann málber seg, at hann í fyrstu atløgu hevur avgjørt at seta 200 millónir dollarar til kanningar og um neyðugt, verða nógv fleiri pengar settir av komandi dagarnar.


Hvat er so at gera

Hjá okkum, ið brúka teldu í gerandisdegnum er sera natúrligt at spyrja: Hvat er so at gera? Serfrøðingarnir siga, at sum nú er kunnu teir bert geva hesi ráðini: Tá ið tú letur eitt E-mail upp, syrg so fyri at hava eina sterka plátu millum teg og skíggjan, ella enn og betur, legg teg undir telduborðið!

Hetta ljoðar sum fullamannatos, sigur Arnhold Stein frá »Mc Afee«, men til vit hava funnið eitt dreparaprogramm ímóti hesum e-mailum og sett tað út á Internetið, so hava vit eingi onnur ráð at geva uttan hesi. Og so er sjálvandi eisini allar seinasti møguleiki ikki at tendra telduna fyrr enn málið er loyst!

Eitt er so víst: Tíðindastovurnar fara at gera nógv burtur úr hesum máli.