Hvør einasti skúlanæmingur, og hvør einasti lærari í Føroyum fáa nú egna teldupost adressu.
Talan er um heilar 9.000 næmingar og 1.000 lærarar. Ella tilsamans 10.000 teldupost adressur.
Talan er um eina avtalu, sum Undirvísingar- og Mentamálastýrið eina tíð hevur tingast við Føroya Tele um, og sum nú er komin upp á pláss.
Partarnir eru nú samdir um eina skilagóða avtalu. Undirvísingar- og Mentamálastýrið sigur, at avtalan veitir øllum skúlum í landinum eitt gott Internet samband fyri ein rímiligan kostnað.
Avtalan fevnir um allar skúlanæmingar í landinum. Og tað merkir allar.
Heilt frá tí minsta fyrsta flokki til lesandi á Fróðskaparsetrinum, umframt lærarar teirra, sum nú fáa sína egnu, persónligu teldupost adressu.
Undirvísingar- og Mentamálastýrið sigur í tíðindaskrivi, at føroyskir skúlanæmingar við hesi avtaluni verða á hædd við næmingar í okkara grannalondum.
Saman við KT verkætlanini, sum sett er í verk í fólkaskúlanum, fer hendan avtalan at hava við sær, at vit kanska heilt skjótt verða í fremstu røð á hesum øki.
Tað er nýstovnaði KT depilin, sum vegna Undirvísingar- og Mentamálastýrið fer at standa fyri menningini av hesum tiltaki.
Á tíðindafundi í Undirvísingar- og Mentamálastýrinum klokkan 10 fyrrapartin fara Signar á Brúnni, landsstýrismaður, og Andras Róin, stjóri í Føroya Tele, at skriva undri avtaluna.
Síðan greiða teir báðir frá, hvønn týdning avtalan hevur fyri ávikavist Undirvísingar- og Mentamálastýrið og Føroya Tele.
Finnbogi Arge, landsstýrismaður, fer at greiða frá vinnuliga týdninginum, avtalan fer at hava.
Og at enda fer Regin Ellingsgaard, leiðar á KT deplinum, at greiða frá tí arbeiði, KT depilin ger.