13., 14., og 15. juli verða framførslur við E elski Førjar í Norðurlandahúsinum
Allir teir kendu figurarnir úr sjónvarpsrøðini verða við í framførsluni, men alt tilfarið er nýtt.
Talan verður um eina sera lívliga framførslu við nógvum tónleiki ? bæði teimum kendu landaplágunum Tað er lekkirt, Tín innari gjeikari, og Danst pjatt, og spildurnýggjum løgum.
Sjónleikararnir verða eisini teir somu, sum vóru sjónvarpsrøðini: Sjúrður Skaale, Elsa Maria Olsen, Lív Reynheim, Bárður Persson og Jensina Olsen.
Tónleikarar verða Kim Hansen, James Olsen og Pauli Magnussen.