E elski Førjar - eisini leygardagin

Tær tríggjar sýningarnar hjá E elski Førjar vóru útseldar eina viku áðrenn tær vóru spældar. Síðani blivu tvær eykasýningarnar settar á skrá – og tær vórðu útseldar í gjár. Tí hevur Norðurlandahúsið aftur sett tvær eykasýningar á skránna. Tær verða leygardagin kl. 16.00 og kl. 19.30 - og longu nú eru nógv atgongumerki seld. Pláss er fyri umleið 400 fólkum til hvørja sýning, og verður fult leygardagin, hava umleið 2800 fólk sæð framførsluna tá.