Manchester City var aftanfyri, men tveir minuttir fyri tíð bjargaði Edin Dzeko Manchester City øll stigini, tá teir í dag vunnu á Tottenham.
Tað var stórt trýst á Manchester City at vinna í dag, eftir at Manchester United í gjár kom frá 0-2 til 3-2 móti Aston Villa, og legði seg greitt á odda í Premier League.
Gestirnir úr Tottenham vóru omaná í fyrra hálvleiki, og komu eisini á odda við stútara frá Steven Caulker miðskeiðis í hálvleikinum. Í seinna hálvleiki kom meiri ferð á Manchester City og Sergio Aguero fekk eisini javnað tjúgu minuttir inn í seinna hálvleik.
Avgerandi málið kom bara tveir minuttir fyri tíð, tá David Silva lyfti bóltin inn um Tottenham verjuna til Edin Dzeko, sum meddaði hann í málið. Hetta er ikki fyrstu ferð, at Edin Dzeko er komin av bokinum, og hevur avgjørt dystir fyri enska meistaraliðið.
Manchester City hevur nú 25 stig á øðrum plássi. Tvey aftanfyri Manchester United.
Premier League:
Manchester City Tottenham 2-1
Chelsea Liverpool 16:00
Newcastle West Ham 0-1 (45.min)