Í allan dag hevur mikil orðadráttur verið um, nær seinna hálvfinalan millum kvinnuliðini hjá VB og Kyndli skal spælast.
Lesið eisini: VB vil ikki flyta dystin
Upprunaliga dystarásetingin er, at dysturin skal spælast mikukvøldið, men síðani annar av Kyndilsvenjarunum í gjárkvøldið fanst at hesi dystaráseting, hevur kjakið á almennu miðlunum kókað yvir. Kyndil og VB hava avgjørd flutt síni sjónarmið fram, og HSF hevur eisini opnað fyri møguleikanum at spæla dystin fríggjakvøld. Eitt uppskot, sum VB ikki vil vita av.
Ári Rouch er samskipari hjá HSF, og hann sigur, at ein avgerð verður tikin í kvøld.
- Tey trý, sum manna kappingarnevndina hjá HSF, fara at fundast um málið í kvøld. Her verður so ein endalig avgerð tikin, og tá hon fyriliggur, kunna vit um hana, staðfestir Ári Rouch.










