Dysturin verður á niðara vølli

Í kvøld varð greitt, at høvuðsstaðarfeløgini FC Hoyvík og B36 bresta saman í fjórðingsfinaluni í kappingini um Løgmanssteypið.

Tað var hugsandi, at dysturin skal spælast á ovari vølli í Gundadali, so áskoðararnir kunnu sita undir takið, meðan dysturin er. Soleiðis verður ikki. Heimasíðan hjá FC Hoyvík skrivar í kvøld, at dysturin verður leiktur á niðara vølli í Gundadali, har FC Hoyvík vanliga spælur sínar heimadystir.