Alexandur Johansen var ein av bestu spælarunum hjá Skála í dystinum ímóti Start hóskvøldið, og hann var útlúgvaður eftir dystin.
- Hetta var strævið. Teir eru nógv betur fyri kropsliga enn vit, so tað er tungt at spæla ímóti teimum. Serliga í seinna hálvleiki, tá ið teir høvdu bóltin nógv, var tað strævið at renna aftaná teimum, segði hann.
- Úrslitið er á góðari leið. Teir høvdu greiða yvirvág, og eg haldi, at tað hevði verið eitt sindur órættvíst, um vit høvdu fingið javnleik.









