Dysturin í Vági framskundaður

FSF boðar frá, at á seinasta leikdegi verður dysturin millum VB og EB/Streym spældur kl. 14.30 og ikki kl. 15.00, soleiðis sum tað annars varð fráboðað fyrr í vikuni.
Hetta verður gjørt, soleiðis at tað skal bera til hjá gestunum at sleppa norður um Suðuroyarfjørð sama kvøld, sum dysturin verður spældur.
Hetta brýtur annars við prinsippið um, at allir dystir skulu spælast samstundis á seinasta leikdegi, soleiðis at eingin partur kann gera sær dælt av at "spekulera" í longu kendum úrslitum.