Tað er ikki so langt síðani at føroysku hondbóltsdómararnir fingu ein undir vangan í sambandi við ein dyst, sum ikki var so væl úr hondum greiddur.
Og í vikuni sum fór tók ein av bestu leikarunum í landinum, Lotte Sørensen, soleiðis til, at tað er synd í dómarunum, tí teir skulu finna seg í so nógvum. Men hon duldi heldur ikki fyri, at teir viðhvørt so ruddiliga hava kritikkin uppibornan.
Og eftir dystin, sum var í Klaksvík sunnudagin millum Stjørnuna og StÍF, so er einki at ivast í, at kjakið um føroyskar hondbóltsdómarar hevur fingið enn betri gróðrarbotn, tí tað sum fór fram har norðuri var undir alt lágmark, verður sagt úr Klaksvík.
Dysturin, sum hóast alt var í fyrstu deild, var settur at byrjað klokkan 14.30, men tað løgdu dómararnir, sum vóru úr H71 líka í. Teir komu ikki til Klaksvíkar til
tíðina og tí kundi dysturin ikki byrjað fyrr enn eitt korter eftir ásettu tíð.
? Men tað er ikki alt, sigur venjarin hjá Stjørnuni.
? Tá teir so komu á vøllin, so hevði bara annar teirra kort og floytu við sær. Tað er út av lagi vánaligt. Umframt tað, so vóru teir bara í einari venjingartroyggju í staðin fyri í dómarabúna, sum allir dómarar annars eiga at vera í.
? Eg haldi at tað er fúl skomm at uppføra seg soleiðis móti seriøsum ítróttarfólki, sigur Rógvi Nielsen venjarin hjá Stjørnuni, sum leggur afturat, at í hvussu er annar av dómarunum luktaði langan veg av, at hann hevði verið ein drúgvan túr í býnum kvøldið fyri.
Og tað hevur eftir øllum at døma merkt avrikið hjá dómarunum. Tí Rógvi er sera illa nøgdur við avrikið hjá teimum.
? Tað var hvørki høvd ella hali á dømingini og spælararnir bara ristu við høvdinum ? allir samlir, sigur hann.
Bæði útiliðið og heimaliðið vóru eftir dystin illa nøgd við avrikið hjá dómarunum, hóast tað neyvan hevur havt ávirkan á úrslitið.
Tað er tó sera óheppið, at slíkt skal koma fyri í bestu deildini í eini av størstu ítróttargreinum í landinum. Ein ítróttargrein, sum berjist fyri at fáa betri kor at virka
undir. Hesi kor fremur ein ikki við at virka móti ítróttargreinini. Vit hava hoyrt útlendskar leikarar siga, at tá leikararnir taka sín ítrótt í álvara, so er alneyðugt, at
dómararnir eisini gera tað, tí annars verða viðurskiftini hjá ítróttarfólkunum ikki til at halda út.
Hesar setningar kunnu vit saktans flyta til Føroya. Uttan trupulleikar. Minsta krav má vera, at dómararnir taka sína uppgávu í álvara. Ella eiga teir at halda seg vekk.
Sjálvt um tað er ein loppukjansur at døma í vikuskiftunum.
Rógvi Nielsen er annars púra vísur í hvat úrslitið varð um ikki dómararnir taka seg alvorliga saman.
? Øll missa fullkomiliga virðingina fyri tí teir gera. Bæði spælarar, dómarar og áskoðarar missa respektina fyri slíkum dómarum og tað frættist kring landið hvørjir
hesir eru, tað sigur seg sjálvt. Tí verður tað ikki bara í Klaksvík og á Strondum at vit missa respektina fyri teimum og tað er spell, tí tað er kleyvarskapur, sigur hann.