Dysturin á Sandoynni útsettur

Dysturin millum B71 og B36, sum skuldi byrja klokkan 18.00, er útsettur minst ein hálvan tíma. Hetta kemst av, at Teistin liggur á Gomlurætt við maskinbreki. Ferjan skuldi fara klokkan 15.45, men fer í fyrsta lagi avstað klokkan 17.15, skilst.

 

Sambært Ransin Napolen Djurhuus, sum skal døma dystin á Sandoy í kvøld, er dysturin útsettur minst ein hálvan tíma, møguliga trý korter ella ein tíma.