Dysturin sæst eisini á ?Rossija Sport?

Útisetar, sum eru staddir á evropeiska meginlandinum, og sum hava røttu útgerðina, sum kann røkka stóru russisku ítróttarrásini, ?Rossija Sport?, kunnu síggja dystin millum Russland og Føroyar, sum mong meta verða tað størstu uppgávuna, sum føroyska hondbóltslandsliðið nakrantíð hevur havt. Frásøgumaðurin hjá russisku ítróttarrásini hevur verið í sambandi við Ivan Eginsson, so vit kunnu verða ivaleys í, at tey sum skilja russiskt fáa eitthvørt at vita um Føroyar. Eisini um býtúrin í Sarajevo. Frásøgumaðurin og Ivan gjøgnumgingu eisini føroysku nøvnini, so tann parturin verður eisini í ordan.