Veðrið var vánaligt í Gøtu leygardagin. Nógvur vindur og regn ella vátakavi. Tað gekk illa at spæla fótbólt, og tá ið ein góður hálvur tími var spældur, brísklaði dómarin, Dagfinn Olsen, dystin av.
Einki mál var tá komið í dystinum, men bæði liðini høvdu havt sínar royndir á máli.
Nú verður bíðað eftir boðum frá FSF um, nær nýggjur dystur skal spælast.