Dystur í Sarpugerði í kvøld

Klokkan 18.30 í kvøld byrjar triðja umfarð av Vodafonedeildini í mannsfótbólti.

 

Tá bresta felagsliðið Víkingur og 07 Vestur saman í Sarpugerði.

 

Enn hevur 07 Vestur, eins og ÍF og AB, einki stig fingið, og liggur niðast, meðan Víkingur hevur fýra stig fyri ein sigur og ein javnleik, og liggja teir á einum fjórða plássi, eins og NSÍ.