Dystur millum lógkøn og hálshvít í dag

Í dag, 27. juli verður sermerktur fótbóltsdystur á Tórsvølli kl. 17.00. Charitydystur til frama fyri Barnabata.

 

Har fara prestar og politikarar dystast í fótbólti.

 

- Nú hava politikararnir havt steypið nóg leingi. Summi vilja vera við, at steypið verður nýtt sum grønakeksskál í hølum Miðfloksins. Tað vilja vit ikki hava sitandi á okkum, hevur onkur prestur skemtiliga tikið til, so spenningur er í luftini undan dystinum..

 

Tiltakið er ókeypis, men fólk eru vælkomin at geva Barnabata eina gávu. Konto 9181 - 130.388.2. Viðmerk ‘ÓSdystur’, verður sagt í lýsingini av tiltakinum.