Dystur hjá Rógva fluttur

Dysturin hjá íslendska felagnum KR, ið skuldi verða spældur í gjár, var útsettur til í dag. KR, har Rógvi Jacobsen spælir við, skal spæla á útivølli ímóti ÍBV, og sambært heimasíðuni hjá KR er tað sannlíkt, at dysturin verður spældur kl. 20.15 í kvøld. Símun Samuelsen og liðfelagarnir í Keflavík skulu eisini spæla dyst í kvøld. Teir spæla á útivølli ímóti Fylkir í kvøld kl. 20.15.