ÍF og HB møtast á Fløtugerði í tí fyrsta dystinum í fimta umfarinum av vodafonedeildini Klokkan 18.30 í kvøld bríkslar Eiler Rasmussen dystin millum ÌF og HB í Fuglafirði í gongd.
Undan dystinum í kvøld hevur heimaliðið fýra stig fyri fýra dystir, meðan útiliðið hevur sjey stig, eisini fyri fýra dystir.
ÌF hevur tapt báðar heimadystirnar higartil í ár, 0-4 ímóti EB/Streymi og 0-1 ímóti KÍ. HB hevur fingið eitt stig í tveimum útidystum higartil. HB tapti 1-2 ímóti NSÍ í Runavík, og teir spældu javnleik 0-0 ímóti B68 á Toftum farna mánadag.