Dystirnir týsdagin framskunaðir

Seinasta umfar í U17 EM-undankappingini fyri gentur, sum skal spælast týsdagin, er framskundað

Dystirnir skuldu eftir ætlan spælast klokkan 15 seinnapartin týsdagin, men í samráð við luttakandi londini hevur UEFA avgjørt at framskunda dystirnar til klokkan 11 eftir ynski frá FSF, skrivar heimasíðan hjá Fótbóltssambandinum.

 

Les eisini: Italia omaná á Tórsvølli

 

Teir báðir dystirnir, sum skulu leikast í morgin, eru á Tórsvølli, har oddaliðini bæði, Italia og Noreg, hittast, og dysturin á Svangaskarði millum Føroyar og Grikkaland.

 

Les eisini: Altjóða kapping í Føroyum

 

Italia og Noreg eru púra jøvn í stigum og málmuni. Bæði hava 4-0 ímóti Føroyum og 1-0 á Girkkalandi, og hava tískil málmunin 5-0. Føroyar og Grikkaland hava einki stig ognað sær enn. Føroyska liðið hevur málmunin 0-8, meðan grikkar hava málmunin 0-2.

Myndatema: Grikkaland - Italia

 

Myndatema: Italia - Føroyar