Dystirnir higartil

Sjey ferðir í ár hava Neistin og Stjørnan dystast í lands- og steypakapping. Higartil hevur Stjørnan vunnið tær fýra, men tær munnu telja lítið, um Neistin í kvøld javnar til 4-4.
Samstundis kann staðfestast, at sigrarnir hjá Stjørnuni hava verið væl tryggari. Men talan er framvegis um tær sjey uppgerðirnar, sum eru spældar. Dysturin í kvøld er tann, sum setur punktum fyri kappingarárinum, og tá telja fortíðarinnar avrik lítið. Eisini hóast fortíðin bara er fýra ella 10 dagar gomul.

DagurDysturúrslit
05.11.05GrundspælStjørnan-Neistin28-20
11.12.05GrundspælNeistin-Stjørnan20-28
08.01.06EndaspælNeistin-Stjørnan21-25
11.02.06SteypafinalaStjørnan-Neistin14-18
18.02.06EndaspælStjørnan-Neistin18-19
19.03.061. finalaNeistin-Stjørnan19-18
25.03.062. finalaStjørnan-Neistin30-23
29.03.063. finalaNeistin-Stjørnan?-?