Dystirnir avgreiddir um tvær vikur

Kappingarnevndin hevur gjørt av, at útsettu dystirnir í Formula-deildini skulu spælast 19. og 20. apríl

Fótbóltur

 

Tað vikuskiftið var annars ætlanin, at hálvfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið skuldu spælast.

Sveinur Tróndarson, formaður í Kappingarnevndini hjá FSF, segði í 3-2 sendingini í Sjónvarpinum í gjárkvøldið, at teir hava gjørt av, at hálvfinalurnar ístaðin verða spældar mikudagin 16. apríl.

Útsetta umfarið í 1. deild noyðist at bíða nakað longur. Har er gjørt av, at dystirnir verða spældir tann 10. mai.

Enn er ikki gjørt av, nær kvinnudystirnir, ið vórðu útsettir um vikuskiftið, skulu spælast.