Nú veðrið ikki var av tí allarbesta fyrra partin av vikuskiftinum, hevði tað onkrar avlýsingar við sær í Eik-liguni hjá bæði kvinnum og monnum.
Soleiðis blivu tveir dystir hjá TB avlýstir um vikuskiftið. Annar var mansdysturin á Kambsdali millum ÍF og TB, sum skuldi verið spældur fríggjakvøldið, og hin var kvinnudysturin í Trongisvági millum TB og ÍF, sum skuldi verið spældur leygardagin.
Dysturin millum mansliðini hjá Mjølnir og Fleyr, sum skuldi verða spældur fríggjakvøldið, bleiv eisini avlýstur, men liðini spældu hann so í staðin seinnapartin í gjár.









