TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr lutakastið til VFF Cup - Fótbóltsvenjarakappingina - sum verður leygardagin 13. februar. Kappingin fer fram á niðari vølli, á ovara vølli, og á Tórsvølli í Havn.
Øll effoliðini uttan B68, sum fer á venjingarlegu í Íslandi taka lut í kappingini. Harumframt verður ein kapping fyri lið úr lægri deildum, sum verður avviklað leygardag fyrrapart.
Sonur Frankie Jensen, Aron (myndin) tók lut, og hansara hepna hond elvdi til eitt spennandi bólkabýtið. Hvør dystur verður 30 minuttir. Eittararnir og besti tveyarin fara víðari til hálvfinalurnar. Vinnararnir av hálvfinalunum spæla finalu á Tórsvølli.
Í bólki A, sum verður avgreiddur á ovara vølli verða AB, NSÍ og TB. Fyrsti dysturin klokkan 14 verður millum AB og NSÍ. Eftir hetta spæla AB og TB, og seinasti dysturin í bólkinum verður millum NSÍ og TB.
Í bólki B, sum verður avgreiddur á niðara vølli verða ÍF, B36 og Víkingur. ÍF og B36 spæla klokkan 14. Eftir hetta spæla ÍF og Víkingur grannauppgerð, og seinasti dysturin í bólkinum verður millum tveir biðlar til FM heitið, B36 og Víkingur.
Í bólki C, sum verður avgreiddur á Tórsvølli verða HB, KÍ og Skála. HB og KÍ - klassikarin í føroyskum fótbólti - verður klokkan 14. Eftir hetta spæla HB og Skála, og seinasti dysturin í bólkinum verður millum KÍ og Skála.
Í kappingini leygardag fyrrapart, sum byrjar klokkan 10 kappast 07 Vestur, Undrið FF, Giza/Hoyvík og FC Suðuroy.
07 Vestur og Undrið spæla á ovara vølli klokkan 10, og somuleiðis klokkan 10 spæla Giza/Hoyvík og FC Suðuroy á niðara vølli.
Í ljóðbrotinum er eisini samrøða við Frankie Jensen, sum greiðir frá ymiskum praktiskum rundanum venjarakappingina.