Dystir í kvøld

Fýra hondbóltsdystir eru á skránni í kvøld

 

hondbóltur


Talan er um tríggjar mansdystir og ein kvinnudyst, sum skulu avgreiðast í kvøld, mikukvøldið, og er einsamalli kvinnudysturin í Vestmanna, har oddaliðið tekur ímóti Tjaldri. Einki er at ivast í, at enn ein sigur bíðar eftir VÍF kvinnunum her, og gongst sum væntað, eru tær bert fimm stig frá eini endaligari staðfesting av FM-heitinum.


Tríggir mansdystir

Hjá monnunum verður somuleiðis dystur millum VÍF og Tjaldur, og eisini har eru fortreytirnar á leið tær somu.

Umframt Tjaldur, sum liggur í botninum, skulu eisini KÍF og H71 royna seg, og hjá báðum er talan um dystir móti liðum, sum er nakað væl ovari stødd á stigatalvuni. KÍF skal til Skála at spæla móti StÍF, meðan H71 skal spæla móti Kyndli, sum eigur heimavøll hendan dystin.


Dystirnir eru hesir

Kvinnur

18.15 VÍF-Tjaldur


Menn

19.45 VÍF-Tjaldur

19.45 StÍF-KÍF

19.45 Kyndil-H71