Veðrið gjørdi sítt til, at upprunaliga dystarásetingin ikki kundi haldast, men nú verður so endaliga greitt, hvat seinasta liðið í fjórðingsfinaluni skal eita.
Dysturin verður spældur longu klokkan 17, og tað skuldi givið tíð til hópin av fótbólti, nú Champions League hálvfinalur eisini standa á skránni.
GÍ tapti sunnudagin fyri Skála á heimavølli, og tann lúsingin vilja teir uttan iva vaska av sær. Tað verður tó uttan Sam Jacobsen, sum er leikbannaður, og Símun Louis Jacobsen, sum er skaddur. Hinvegin kann roknast við, at Hans Jørgen Djurhuus nú er tøkur. Hann varð skiftur inn, tá GÍ tapti fyri Skála, og møguliga fær hann kjansin frá byrjan hesaferð.
Hjá KÍ ræður eisini um at vaska sær, eftir at teir greitt vóru við undirlutan móti HB í Gundadali. Skaðar gera tó eisini um seg hjá KÍ, har Chris Cerroni og Erling Fles heilt víst eru skaddir.
Hartil hevur Kristoffur Jacobsen drigist við skaða, eins og málverjin, Meinhardt Joensen, er ivasamur. Hann fekk tvær pentur eftir dystin móti HB. Verður hann ikki tøkur, verður málið vart av unglingamálverjanum Mathias Samuelsen.