Dystarskráin í Premier League kunngjørd

Nú er greitt, hvussu ensku liðini spæla í komandi kappingarárinum.

Fótbóltsfepurin er í hæddini í hesum døgum, har EM í fótbólti verður spælt í Fraklandi. Tey flestu fótbóltsáhugaðu eru tó meira von við at síggja sítt yndislið spæla hvørt vikuskiftið, millum annað í ensku Premier League, og í dag kunnu fótbóltsfjepparar gleðast um, at dystarskráin til komandi kappingarárið í Englandi er kunngjørd.

Kappingin fer av bakkastokki 13. august, tá ið fyrsta leikumfar verður spælt. Síðani verða øll 38 umførini avgreidd frá hesum degi til sunnudagin 21. mai 2017, tá ið síðsta umfarið í einum av heimsins bestu fótbóltskappingum verður leikt.

Mest áhugaverdi dysturin í fyrsta umfari er nokk tann, sum verður spældur ímillum Arsenal og Liverpool á Emirates Stadium. Fyrsti dysturin hjá José Mourinho sum venjari hjá Manchester United verður spældur á útivølli ímóti Bournemouth, meðan verandi meistaraliðið, Leicester, leggur út við at spæla útidyst ímóti Hull, sum er uppflytari.

Allir dystirnir í fyrsta umfari í Premier League kunnu síggjast niðanfyri:

AFC Bournemouth - Manchester United 

Arsenal - Liverpool   

Burnley - Swansea City   

Chelsea - West Ham United   

Crystal Palace - West Bromwich Albion   

Everton - Tottenham Hotspur    

Hull City - Leicester City    

Manchester City - Sunderland   

Middlesbrough - Stoke City

Southampton - Watford