Dystarendin í Vestmanna og metingarnar hjá Pola Hansen

(Frá Rás2) Hoyr dramatiska dystarendan frá VÍF-H71 27-28, og hoyr tað, sum Pole Hansen hevði at siga um dystin

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr hvussu tað ljóðaði á Rás2, tá Tróndur Arge segði frá tí seinastu løtuni av tí spennandi fyrru/fyrstu FM-finaluni millum VÍF og H71, sum var spæld í Vestmanna. H71 vann 28-27 (13-13) og kann við sigri ella javnleiki í aðru FM-finaluni, sum verður spæld leygardagin klokkan 16 í Hoyvíkshøllini tryggja sær føroyameistaraheitið.

 

Á ljóðfíluni hoyra vit eisini metingarnar hjá Pola Hansen, sum var viðmerkjari til dystarfrásøgnina hjá Rás2. 

 

Pole Hansen heldur, at tað var eitt mistak hjá VÍF at royna at spæla í líka stórari leikferð, sum H71. Pole hevur H71, sum favoritt til at vinna FM, og hann væntar, at H71 fer at royna seg við enn hægri leikferð leygardagin, tí um VÍF vinnur leygardagin, so verða teir sambært honum so moyrir til eina møguliga triðju FM-finalu sunnudagin, at tá vinnur H71, ið hvussu er.