VÍF liggur væl fyri at tryggja sær eitt pláss í FM-hálvfinalunum aftaná 29-24 (17-15) heimasigur á Kyndli í dag.
Filip Jojic var framúr hjá vestmenningum í dag, og hann skoraði heili 16 mál, og gjørdi sítt til, at tað koppaði til vestmenningar.
Neistin vann 33-22 (16-11) á Team Klaksvík á útivølli, og í Kollafirði endaði tað 20-20 (9-10) millum KÍF og H71.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá FM1:
1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1, tá Filip Jojic hegnisliga skoraði uppá eitt fríkast til hálvleiksstøðuna 17-15 til VÍF. Tróndur Arge segði frá og Ingi Olsen var viðmerkjari.
2) Hoyr Trónd Arge siga frá dystarendanum.
3) Hoyr Inga Olsen stutt taka samanum dystin.
HERber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Andrias Eriksen hjá VÍF.
HERber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við David Edvardsen hjá Kyndli.










