TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá FM1:
1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá Sjúrður H. Hoydal segði frá spennandi dystarendanum í SMS-deildini millum VÍF og H71. H71 vann 29-27. Í steðginum var H71 á odda 14-12. Claus Rasmussen var viðmerkjari til dystarfrásøgnina.
2) Hoyr Sjúrð H. Hoydal og Claus Rasmussen taka samanum dystin.
Claus Rasmussen staðfestir, at talan var um ein fantastiska undirhaldandi dyst við nógvum góðum málum. Claus trúði uppá, at H71 kundi koppa VÍF, og hann gleðist um, at nú verður spenningur í SMS-deildini. Spurningurin er so um Neistin kann melda seg uppí oddastríðið, har H71 og VÍF kappast í løtuni.
Málskjúttar hjá VÍF:
Liljan Djurhuus 9, Kathe Frederiksen 6, Agnas Olsen 4, Heidi Maria Akselsen 3, Brynja Rógvadóttir 2, Halla Midjord 2, Durita C. Jojic 1
Málskjúttar hjá H71:
Marita Mortensen 9, Maria H. Weyhe 8, Durita T. Joensen 4, Guðrið á Borg 3, Karin Simonsen 1, Anna á Steig 1, Katrin V. Højsted 1
HERber til at hoyra samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við toppskjúttan hjá H71, Maritu Mortensen.
HER ber til at hoyra samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við høvuðsvenjaran hjá VÍF, Inga Olsen.










