TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá Rás2:
1) Dystarendan av dystinum í bólki 1 í Faxe Kondi kappingini hjá monnum millum Neistan og Kyndil, sum Neistin vann 21-17. Í steðginum var Neistin á odda 9-7. Hilmar Jan Hansen segði frá dystinum á Rás2.
2) Hoyr Hilmar Jan Hansen og Claus Rasmussen taka samanum dystin.
Claus Rasmussen heldur, at Neistin hevði fleiri streingir at spæla uppá og størri breidd, og tað gjørdist avgerandi.
Claus heldur, at Kyndil má arbeiða hart fyri at fáa vongspælið at rigga í tí alt avgerandi dystinum ímóti Team Klaksvík í badmintonhøllini í Klaksvík komandi leygarkvøld.
Í bólki 1 hevur Neistin fýra stig. Team Klaksvík og Kyndil hava tvey stig hvør. H71 2 er aftast við ongum stigi.