Dystarendin og samanumtøka H71-VÍF 27-28 (Rás2)

(Rás2) Hoyr dystarendan, og hoyr Claus Rasmussen taka samanum dystin H71-VÍF 27-28 (11-14)

 

VÍF vann bólk 2 hjá monnum í Faxe Kondi kappingini, og H71 fer víðari sum nummar tvey.

 

VÍF vann 28-27 (14-11) á H71 í Hoyvíkshøllini. Samstundis vann StÍF 33-30 (18-13) á KÍF í høllini í Kollafirði. 

 

VÍF vinnur bólk 2 við fimm stigum. H71 er nummar tvey við fýra stigum. StÍF er nummar trý við tveimum stigum, og aftast er KÍF við einum stigi.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá Rás2:

 

1) Hoyr Hilmar Jan Hansen siga frá dystarendanum av dystinum millum H71 og VÍF. Claus Rasmussen var viðmerkjari.

 

2) Hoyr Claus Rasmussen og Hilmar Jan Hansen taka samanum dystin, og hoyr teir meta um hálvfinalurnar har H71 møtir Neistanum og VÍF møtir Kyndli.

 

Claus Rasmussen heldur, at VÍF spældi ein góðan og klókan dyst har teir megnaðu at frustrera H71. Claus heldur eisini, at Mladen í VÍF-málinum var sera týðandi í dag. Claus heldur ikki, at H71 vísti seg frá síni bestu síðu í dag.

 

Claus Rasmussen væntar tvær rimmar lokaluppgerðir millum Neistan og H71 í hálvfinalunum. Claus væntar, at tað verður sera strævið hjá Kyndli ímóti VÍF, um Mladen stendur líka væl, sum hann stóð í dystinum í dag. 


Hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi við VÍF-venjaran, Inga Olsen HER

 

Hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi við Leiv Mortensen hjá H71 HER