TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá Rás2:
1) Hoyr dystarendan av tí ótrúliga spennandi dystinum í FTZ-deildini millum KÍF og H71, sum KÍF vann 26-25. KÍF var á odda 13-10 í steðginum. Hilmar Jan Hansen segði frá dystinum á Rás2.
2) Hoyr tað, sum viðmerkjarin til dystarfrásøgnina, Claus Rasmussen segði aftaná dysturin var liðugur.
Claus Rasmussen heldur, at talan var um ein sera týðandi sigur fyri kollfirðingar, sum fer at geva teimum mót uppá at gera tað væl betri í landskappingini. Claus heldur, at Neistin er einasta stabila liðið í FTZ-deildini. Millum hini liðini kann alt henda.
Í Vestmanna vann Neistin 36-28 (18-16) á VÍF. Á Skála vann Team Klaksvík 28-23 (13-10) á StÍF
Støðan: