Dýrur læripengi í 18-45 stórtapi

(Ljóðbrot frá Rás2) Hoyr Flemming Oliver Jensen taka samanum teir tríggjar U19 EM-undankappingardystirnar

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðu við Flemming Oliver Jensen, landsliðsvenjara hjá U19 kvinnulandsliðnum í hondbólti.

 

Vit fingu orðið á Flemming Oliver stutt aftaná føroyska liðið hevði fingið eitt stórtap ímóti 18-45 ímóti Noregi, sum vísti spæl í fremsta heimsflokki. Av sonnum ein dýrur læripengi ímóti framúrskarandi hondbóltsspælarum. Flemming Oliver er eisini ivaleysur í, at norsku U19 genturnar vinna EM í sínum aldursbólki.

 

Flemming Oliver tók eisini samanum tey trý tapini ímóti Litava, Kekkia og Noregi, har seinni hálvleikur ímóti Kekkia varð hæddarpunktið.