Tað var í dystinum ímóti Skála leygardagin, at B36 mátti útskifta bæði Robert Heðin Brockie og Tórð Thomsen eftir at hesir brustu saman í einum nærdysti, har Brian Jacobsen hjá Skála eisini var við.
Meðan Tórður Thomsen sær út til at vera sloppin bíliga, so stendur verri til hjá Robert Heðini Brockie, sum eftir dystin fór til kanningar á Landssjúkrahúsinum.
Kanningarnar kundu tó ikki siga so nógv, tí beinið var ov hovið. Robert Heðin sigur við in.fo, at tað ikki stendur væl til og at hann illa nokk fær gingið í løtuni.
Hann sigur eisini, at liðbandið mest sannlíkt er farið. Í løtuni kann hann tó bara bíða til beinið er minni hovið, soleiðis at kanningarnar fáa staðfest hvussu álvarsligur skaðin er.
Tað er væntandi, at Andrias Eriksen verður avloysarin hjá Robert Heðini. Hann var ikki við á Skála leygardagin vegna sjúku, og tí avloysti 17 ára gamli Bjarni Petersen í B36-miðverjuni tann dystin.
Tórður Thomsen helt út í 33 minuttir, tá ið hann mátti lata seg útskifta og varð avloystur av Trygva Askham. Skaðin er ikki mettur at vera álvarsamur, og slapp hann tí helst við einum stoyti.










