Eina náttina herfyri gekk toran og so illa vildi til, at tað hendi skaði í radioútgerðini hjá Tórshavnradio á Støðlafjalli Tað sigur Mrcc á síðni heimasíðu í morgun. Starvsfólkið legði til merkis, at alt var ikki, sum tað skuldi. Og samband fekst ikki við alla útgerðina. Men tað var ikki veður at fara niðan á Støðlafjall at kanna hvussu til stóð.
Mánadagin var veðrið tó so frægt, at tað var farandi niðan. Tað vísti seg, at allir fýra millumbylgjumóttakarar høvdu fingið skaða, somuleiðis ein stýring, ein antennu fordeilari og ein VHF´ur. Tríggir av teimum fýra MF móttakarunum fingust at koyra jánkasliga aftur, men slett ikki sum teir eiga.
Hetta fær stórar avleiðingar fyri møguleikan hjá Tórshavnradio at lurta, tí Støðlafjall er høvuðsálitið á millumbylgju. - Millumbylgjuútgerð er eisini suðuri á Nakki, men har eru lurtiumstøðurnar versnaðar nógv seinastu árini orsakað av órógvandi óljóði, sum tað ikki hevur eydnast at eyðmerkja.
Ein annar trupulleiki, nú tá ið so nógvir móttakarar eru farnir, er at allir kunnu ikki sendast til umvælingar í senn, tí so liggur Støðlafjall steindeytt, og tað ber ikki til. Mett verður, at umvælingarnar fara at kosta einar 200 túsund krónur, sigur Mrcc.
|










