Tá føroyskar fyritøkur útflyta fiskavørur skulu tær í miðal rinda meira í tolli enn tey av okkara grannum, sum eru blivin sjálvsstøðug lond.
Ein munur í miðal á 2,85 prosentstig millum Føroyar og Ísland, tá talan er um øll fiskasløg.
Enn størri munur, um mann tekur tosk fyri seg.
Tað eru nógvir pengar í mistum vinningi - eisini hóast eg vænti, at mesti útflutningurin fer til lond, har tollmunurin er nakað minni.
Tað er fyritøkan Nordic Fish Exports, sum hevur gjørt hetta yvirlitið.
Meira sæst her: https://nordicfish.fo/wp-content/uploads/2026/02/Fiskautflutningur-Foroya-2025-1.pdf
##med2##
Eirikur í Jákupsstovu
Løgtingsvalevni fyri Tjóðveldi












