Ákærurnar ljóðaðu upp á dálking av sjónum á Havnarvág 26. juli 2011, tá Ametyst bunkraði. Undir bunkring var pumpað millum tveir tangar har afturi á hekkuni, sum eisini verða nýttir sum barlast tangar, tá hóvað verður.
Nú hendi so tað, at ein sjálvvirkandi kontakt til pumpuna, ið pumpar millum tangarnar, virkaði ikki, og tí fleyt nakað yvir. Einir 25 litrar, metti maskinmeistarin.
Hin hendingin fór fram nakrar dagar seinni, 5. august 2011, tá Jaspis lá við bryggju í Havn. Seinasta tóvið hendi so tað, at wirurin gleið av og kom í luftrørið, sum boygnaði og gav eina sprekku í sveisingina.
Nú hendi so tað, at tað kom regn av grimd, og olja lak onkunstaðni frá. Boð vórðu send til Brandstøðina og til maskinmeistaran, sum bæði komu á staðið. Oljan var tikin upp, og støða var hildin fingin á málinum.
Morgunin eftir vórðu aftur boð eftir maskinmonnunum og brandliðnum, og nðu var so funnið út av, at vatn var komiðí smyrjioljutangan, sum harvið trýsti oljuna upp og úr tanganum.
Tað, sum menn ikki vistu tá var, at rørið millum skins og hold var tært á hol, og tað var tann vegin, at oljan lak út.
Ákærin royndi at dokumentera fyri, at her var framt grovt ósketni, meðan verjin vísti á, at talan var um hendilig óhapp.
Dómarin legði upp til, at semja var gjørd í málinum. Ákærinhevði upprunaliga kravt eina bót á 65.200 krónur, men semja gjørdist um, at bótin skudi gerast 40.000 krónur. Hetta var gjørt í tráð við nýggju, herdu reglurnar um umhvørvisvernd á sjónum frá februar 2011.
Savnsmynd.