Fleiri hava viðmerkt hetta og gjørt vart við, at løgmaður hevur týtt hendan tekstin úr donskum. Tað fekk eitt nú Petur Háberg, tónleikara, at gera hesa viðmerking á Facebook:
» – Einaferð fyri nógvum árum síðani fekk eg handskarnar hjá Kaj Leo. Var til dyst í Gøtu við babba og rann yvir til hann, tá ið dysturin var liðugur. HB hevði júst vunnið á GÍ, og eg savnaði mær dirvi og rann yvir til føroya besta málmann og spurdi, um eg kundi fáa hansara handskar. Hann smíltist, tók teir av og gav mær teir. Shit, sum eg var ein nøgdur drongur tá! Og tað var eg í fleiri vikur aftaná.
Tað eru nokk eini 20 ár síðani. Eg eri vorðin vaksin og hann er vorðin løgmaður. Og nú lesi eg eina støðudagføring her á facebook, har hann biður meg fara í hansara skógvar, áðrenn eg felli dóm yvir hann.
Góði, Kaj Leo: Vit eru fleiri, sum hava mist. Og sum eru komin á føtur aftur, tá ið lívið hevur hálað teppið undan okkum og lagt okkum steinar at detta um. That’s life.
Men hinvegin eru vit nokk fá, ið halda okkum vera før fyri at stýra hesum landinum. Tað er nokk ein av teimum størstu uppgávunum, ið ein kann átaka sær. Men tað hevur tú hildið teg verið føran fyri og sagt ja til.
Eg havi onga ávirkan á títt lív, men tú hevur so avgjørt á mítt. Og tað hevur tú sjálvur sett teg føran fyri.
Hevði klætt tær so nógv betur at verið stjórnarleiðarin, ið stóð á odda og savnaði fólkið, enn tann, ið dyrkaði martyr-leiklutin.«