Bæði samgongan og andstøðan vilja hava Sjálvstýrisflokkin í valbólk við sær, tí tað kann fáa stóran týdning fyri nevndarvalið í Løgtinginum Soleiðis er tingmannabýtið er millum samgongu og andstøðu, eigur samgongan meirilutan og formanssessin í fýra av teimum sjey tingnevndunum. Men fær samgongan Sjálvstýrisflokkin í valbólk við sær, eigur bólkurin meirilutan og formannin í fimm av nevndunum.
Í síðsta valskeiði var Sjálvstýrisflokkurin í valbólki við samgonguni, sum tá sat. Burtur úr tí fekk flokkurin umboð í fíggjarnenvdini, formannin í landsstýrismálanevndini og annað umboðið í Norðurlandaráðnum.
Eftir ætlanini skal Løgtingið manna nevndirnar fríggjadagin.