Dyrgja eftir vertsskapi

Leygardagin fer Niels Peter Bech, HSF-umboð, á fund við EHF. Ein av spurningunum, sum verður umrøddur her, verður, hvørjar tjóðir eru millum kandidatarnar at hýsa komandi Challenge-Trophy kappingini. Her hevur HSF sýnt stóran áhuga at hýsa kappingini, sum tá væntandi fer at telja 12 lið. Og hvussu møguleikarnir eru fyri hesum, stendur helst nakað greiðari leygardagin.