Miðflokkavalevnið Francois Bayrou fekk 18,5 prosent av atkvøðunum á fyrra valumfari sunnudagin. Tær atkvøðurnar eru leysar nú, og tað hevur alstóran týdning fyri úrslitið í seinna umfari, hvat av teimum aðum valevnunum, sum eftir eru, fær tær atkvøðurnar.
Ségoléne Royal dyrgdi longu sunnukvøldið eftir atkvøðunum hjá Bayrou, og í einari røðu í gjár segði hon seg vera til reiðar at tosa við Bayrou um samstarv. Sambært blaðnum Le Monde høvdu tey bæði tosað í telefon frammanundan.
Nicolas Sarkozy, sum vann fyrra umfar við 31 prosentum av atkvøðunum ímóti teimum 26 hjá Royal, hevur eisini flutt seg nærri miðjuni tey bæði seinastu samdøgrini. Í røðunum, sum hann hevur hildið síðani fyrra valumfarið, hevur hann fleiri ferðir tosað um, hvussu týðandi tað er at hava eina breiða fjøld aftan fyri forsetaembætið.
Samstundis vilja tíðindi vera við, at Sarkozy ætlar sær at brúka fleiri fyrrverandi sosialistar í valstríðnum fyri at fáa nakrar atkvøður haðani. Onkur teirra hevur longu víst seg á veljarafundi saman við Sarkozy.
Enn hevur Francois Bayrou ikki sagt, hvat hann fer at mæla sínum veljarum til at gera, tá seinna valumfarið verður tann 6. mai, og eygleiðarar siga, at tað er heldur ikki vist, at teir fáa nakað tilmæli frá honum.










