Dyrging eftir makreli kann gerast stór vinna

Tað er nógv størri áhugi fyri dyrging eftir makreli í føroyskum sjógvi, enn mangur veit. Nú makrelur vísir seg at vera í okkara sjógvi ein stóran part av summarhálvuni, eru tað eisini vinnulívsmenn, sum eru til reiðar at fara undir framleiðsluvirksemi á landi

Dyrging eftir makreli kann gerast stór vinna

Tað er nógv størri áhugi fyri dyrging eftir makreli í føroyskum sjógvi, enn mangur veit. Nú makelur vísir seg at vera í okkara sjógvi ein stóran part av summarhálvuni, eru tað eisini vinnulívsmenn, sum eru til reiðarar at fara undir framleiðsluvirksemi á landi

Makrelur
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo

Í nógv ár hava norðmenn fiskað makrel við dorg. Bæði smærri glastrevjabátar og aðrir størri útróðrarbátar eru riggaðir til við rullum, dorg og køling. Akkurát, hvussu ein slík dyrgingarskipan sær út, og hvussu bátarnir annars eru riggaðir, skulu vit ikki gera burturúr á hesum sinni.
Fyri longu fleiri árum síðan var Kristian Zachariasen, sum umboðandi Havstovuna í Noregi og kunnaði seg um, hvussu norðmenn rigga seg til dyrging eftir makreli. Heimafturkomin hevði hann við sær vitan, tekningar og myndir.
Onkusvegna hava náttúruviðurskiftini gjørt, at nógv meiri makrelur er í føroyskum sjógvi nú enn áður. Altíð av og á hava menn fingið makrel á snellu. Men í fjør summar løgdu útróðrarmenn til merkis, at rættiliga nógvur makrelur stóð ymsastaðni kring oyggjarnar. Í onkrum føri var so nógvur makrelur, at menn nóg illa fingu snelludorgina niður. Hetta hendi eitt nú hjá bátum úr Suðuroy.
Menn siga, at makrelurin serliga var at síggja í tíðarskeiðnum mai til september.

Stórir møguleikar
Ein av teimum, sum plagar at vera rættiliga árvakin, tá nýggir og ótraditionellir møguleikar eru í eygsjón, er Jóhan Mortensen, vinnulívsmaður.
Jóhan veit at siga, at royndir vórðu gjørdar at veiða makrel við dorg í fjør summar, og onkrir bátar fiskaðu nøkur tons tilsamans.
- Bæði norðanfyri, vestanfyri, sunnanfyri og eystanfyri søgdu menn seg hava rakt við makrel, tá teir annars royndu eftir snellufiski. Teir sóu eisini fiskin ganga uppi í sjónum. Eg veit, at heilt út í september mánaða stóð nógvur makrelur ymsastaðni úr landi, sigur hann.
Jóhan Mortensen sigur, at í fjør vóru menn ikki fyrireikaðir ella útgjørdir til hesa veiði og bátarnir ei heldur, men í ár eru møguleikar at gera ítøkiligar royndir.
- Eg havi skilt, at makrelurin vanliga er bestur seint um heystið og út á veturin, men lítið er at ivast í, at væl kann fáast burtur fiskinum í summarhálvuni eisini.
Sosialurin hevur skilt, at skulu vit fáa dygdina á makreli so fræga sum gjørligt, tá hann um summarið er fullur í æti, er neyðugt, at fiskurin verður kruvdur.
Ymisk hugskot hava verið um, hvussu hetta kann gerast. Eitt er, at kryvjing kann fara fram umborð á bátunum, sum veiða makrelin – og annað er, at kryvjing verður skipað í landi, sum kann taka undan hjá fleiri bátum.

Stórur áhugi
Jóhan Mortensen, sum hevur samband við nógv fólk kring landið, veit at siga, at fleiri vinnulívsfólk síggja stórar møguleikar í hesum tilfeingi, sum í summarhálvuni svimur nærindis okkara klettum.
- Eg veit, at tað eru fleiri, sum hava ítøkiligar ætlanir um at keypa og virka makrel.
Hann heldur, at eitt hugskot kundi verið, at makrelur varð virkaður á ávísum plássum í Føroyum, eitt nú í Suðuroy og Sandoy.
- Eg veit um virkir í eitt nú Bretlandi, har makrelur verður skorin við hond, leggur Jóhan aftrat.
Hann sigur, at í Noregi veiða smærri fiskifør meiri enn 20.000 tons við dorg, og tí er lítið at ivast í, at hetta kann gerast ein stór og týðandi nýggj vinna í Føroyum, um makrelur í slíkum nøgdum, sum vit sóu í fjør summar, er komin í okkara sjógv fyri at vera.
- Eins og mangir aðrir føroyingar, bæði útróðrarmenn og vinnulívsfólk á landi, eri eg sera spentur upp á, hvat kann spyrjast burtur úr makrelinum, sigur Jóhan Mortensen.

Íløga og kvota
Sum skilst, fer tað helst at kosta einar 100.000 krónur at gera ein bát út til dyrging eftir makreli. Við í hesum er sjálvur reiðskapurin og kølingin, sum er neyðugt, um frægasta úrslitið skal spyrjast burturúr.
- Tað er umráðandi, at fiskurin, sum verður veiddur, beinanvegin verður niðurkøldur, sigur Jóhan.
Hann heldur annars, at okkara myndugleikar saman við Havstovuni beinanvegin eiga at áseta okkum sjálvum eina kvotu á innaru leiðunum, sum er eini 10.000-15.000 tons.
- Eg haldi, tað er ógvuliga umráðandi, at vit áseta okkum eina so stóra kvotu beinanvegin, at londini, vit annars samstarva við um makrelin, skilja, at vit eiga rætt til okkara góða part av býtinum.
Jóhan heldur, at tá norðmenn kunnu veiða meiri enn 20.000 tons við dorg, skuldi einki verið til hindurs fyri, at Føroyar eisini áseta sær sína makrelkvotu á innaru leiðum.
- Eg ivist onga løtu í, at hetta kann gerast eitt kolosalt íkast til okkara vinnu, bæði á sjógvi og á landi. Makrelmarknaðurin er ein hin skjótast veksandi marknaðurin í Evropa, og hetta kemst ikki minst av, at makrelur verður mettur at vera góður og sunnur matur.
Jóhan Mortensen vísir á, at hóast Føroyar hava lut í pelagiskum fiskikvotum, kemur lítið og einki av hesum tilfeingi upp á land í Føroyum.
- Tí kann ein nýggj vinna, sum veiða eftir makreli við dorg, gerast rættiliga munagóð fyri okkara samfelag. Vit hava virkað fisk í so mong ár. Vit hava virkini, amboðini, og í dag eiga vit frystigoymslur, sum rúma velduga stórum nøgdum, sigur hann.